top of page
eyst-(52).jpg
Ovast

Okkara mál og virðir

Rættlæti

Trygd

Góðska

Álit

Vitan

Kundin í hásæti

Trivnaður

Okkara mál og virðir

1. at gera vælgjørt arbeiði fyri kappingarføran prís, har ikki er neyðugt at koma afturumaftur 

2. at hava dugnalig starvsfólk fyri at røkka málinum at gera eitt vælgjørt arbeiði

3. at geva góða og persónliga kundarøkt

Fyri at megna at gera vælgjørt arbeiði fyri ein kappingarføran prís, har ikki er neyðugt at koma afturumaftur, ansa vit eftir at hava dugnalig starvsfólk á øllum økjum. Vit royna at gera okkara til, at starvsfólkini trívast, og at arbeiðsumhvørvið er trygt og mennandi.

 

Menning er týdningarmikið fyri trivnaðin og góðskuna í arbeiðinum, og verður tað støðugt arbeitt útfrá einum hugburði at menna arbeiðið, læra frá sær og taka ímóti nýggjum viðkomandi lærdómi. Eisini verða starvsfólk regluliga send á viðkomandi skeið.

Sum leiðsluamboð, hava vit eina starvsfólkahandbók, sum øll starvsfólk hava ábyrgd av at kenna og fyrihalda seg til.

Vit hava eisini eina trygdarskipan, sum er gjørd við støði í lógum og kunngerðum um arbeiðdstrygd hjá Føroya Løgtingi og Landsstýri. Øll starvsfólk eru kunnaði um reglar fyri trygd í firmaðnum og verða upplærd út frá nevndu trygdarskipan, soleiðis at trygd er ein nátúrligur hugburður í góða arbeiðsstevinum.

Vit hava eisini eina góðskustýrings-skipan "I-kontrol", sum verður nýtt til størru verkætlaninar.

Mál og virðir
bottom of page