Vit hava økt virksemi á fleiri byggiplássum, og vit søkja tí eftir fleiri timburmonnum og bygningssnikkarum
at byrja skjótast gjørligt.
Krøv og væntanir til tín
-
tú ert útlærd/ur timburmaður, bygningssnikkari ella líknandi - fyrimunur um tú hevur royndir sum formaður ella sjakbajsur
-
tú leggur æru í at avrika dygdarhandverk
-
tú er ágrýtin í arbeiðnum og jalig/ur
-
tú hevur góð samstarvsevnir
-
tú ert fleksibul í gerandisdegi við skiftandi arbeiðsuppgávum
Um starvið
Vit bjóða spennandi uppgávur og ein vælskipaðan arbeiðsdag í toymum við timburmonnum, bygningssnikkarum, lærlingum og øðrum arbeiðsfólki. Dentur verður lagdur á trygd og trivnað millum starvsfólk, samstundis sum vit útinna eitt vælgjørt arbeiði. Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar timburuppgávur á størri og smærri byggiplássum. Løn sambært avtalu.
Søk starvið
Umsókn við avriti av prógvum og lívsgongdarlýsing (CV) skal sendast til teldupostadressu: eysturlon@eysturlon.fo
ella til postadressu: Eysturlon, Smyrilsvegur 3, 100 Tórshavn
Hevur tú spurningar, kanst tú ringja til Jógvan Hans Østerø, stjóra, á tel. 284256.
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin 29. apríl 2021 – men søk gjarna áðrenn, tí vit viðgerða umsóknirnar so hvørt tær koma inn.
Meiri um Eysturlon
Eysturlon er byggifyritøka við timbur- og snikkaraarbeiði sum serøki. Fyritøkan varð stovnað í 1982, og í dag starvast um 50 starvsfólk hjá okkum. Vit arbeiða á fleiri byggiplássum í Havn og á Streymoynni, so møguleiki verður at royna ymsar arbeiðsuppgávur innan timburhandverkið.