top of page

Góðska og álit

Eysturlon er ein byggifyritøka, ið bjóðar vælgjørt arbeiði. Vit bjóða okkum fram sum heildarveitara eins væl og undirveitara. 

Vit leggja stóran dent á projektleiðslu fyri at tryggja, at okkara vørumerkið  altíð og framhaldandi skal vera: 

  

1. Vælgjørt arbeiði fyri kappingarføran prís

2. Dugnalig starvsfólk

3. Góð og persónlig kundarøkt

Ovast

Um okkum

Eysturlon er byggifyritøka við 40 árum á baki. Fyritøkan varð fyrst stovnað sum firma í 1982 av Jógvan Hans Østerø og Olaf Sloan.

 

Harfrá stavar navnið Eysturlon, ein samanrenning av teirra eftirnøvnum "Eystur" Øster og "Lon" Sloan. Hetta navnið var hildið sera hóskiligt, tá innihaldið í firmanum,  var og enn er at byggja og umvæla ymisk sløg av lonum. Fjálgar lonir til heim hjá einstaklingum, familjum, arbeiðsplássum, handlum, skrivistovum og annað.  

 

Í 2006 varð Eysturlon  ment til  Sp/f Eysturlon á Velbastað og hevur  Jógvan Hans verið einsamallur eigari síðani 1989.

Fyritøkan hevur gjørt bæði størri og smærri arbeiðir, myndir av nøkrum avrikum síggjast við at trýsta á avrik á ovara bjálka.

 

Seinnu árini hava vit saman við fleiri dugnaligum starvsfólkum, serliga ment førleikan at gera størri arbeiðir.

 

Við 45 starvsfólkum, bjóða vit okkum fram, sum  høvuðsveitari, eins og vit eisini bjóða okkum fram sum undirveitari innan timbur-og snikkara handverki til bæði størri og minni verkætlanir.

Okkara ynski, stremban og arbeiðssetningur er at vørumerkið  altíð og framhaldandi skal vera:

1. Vælgjørt arbeiði fyri kappingarføran prís

2. Dugnalig starvsfólk

3. Góð og persónlig kundarøkt

Hetta eru tríggjar sera týdningarmiklar raðfestingar í Eysturlon.

Fyri at náa hesum máli, hava vit ymiskar raðfestingar, sum tit kunnu lesa um undir virðir 

Um okkum
bottom of page