Vit bjóða vælgjørt arbeiði
Vit bjóða okkum fram sum heildarveitara eins væl og undirveitara. Á heimasíðu okkara ber til at kunna teg um gjørd arbeiði, hugburð og virðir hjá fyritøkuni.
Góðska og álit
Eysturlon er byggifyritøka við timbur- og snikkaraarbeiði sum serøki.
Við gott 35 ára royndum og 45 dugnaligum fólkum í starvi bjóða vit okkum fram sum høvuðsveitara og undirveitara.
Vit seta æru í at gera eitt vælgjørt arbeiði, kappingarført í prísi, og sum er gjørt í góðum samstarvi við kundan og samstarvsfelagar okkara.
Okkara ynski, stremban og arbeiðssetningur er, at vørumerkið altíð og framhaldandi skal vera:
1. Vælgjørt arbeiði fyri kappingarføran prís
2. Dugnalig starvsfólk
3. Góð og persónlig kundarøkt
Vit eru altíð klár til eitt óbindandi prát
Ring 28 42 56